Myndugleikarnir í amerikanska statinum North Carolina hildu í gjár, at átta fólk høvdu latið lív í einari sterkari spreinging á einari kemiskari verksmiðju í býnum Kinston.
Tíðindini um vanlukkuna vóru rættiliga ógreið, men hildið varð, at tey átta arbeiddu á verksmiðjuni. Løgreglan visti ikki, hví vanlukkan var hend, men sagt varð, at spreingingin var so sterk, at ein stórur partur av takinum á verksmiðjuni varð blástur omanav. Eldur kom í fleiri trø nærhendis verksmiðjuni, og roykurin var nógvur.
Sambært løgregluni í Kinston vóru umleið 255 fólk til arbeiðis á verksmiðjuni, tá vanlukkan hendi.