Spreinging í svenskum skúla

Níggju næmingar og tveir lærarar fingu skaða, tá ein fløska við onkrum løgi sprongdist inni í einum skúla í Stockholm fyrrapartin. Tað váttar løgreglan.

Fjølmiðlarnir skriva, at fýra næmingar eru fluttir á sjúkrahús, men at eingin hevur fingið álvarssaman skaða.

Tey fyrstu tíðindini søgdu, at spreingingin var inni í einari evnafrøðistovu, men seinni frættist, at spreingingin hevði verið í einum felagsøki. Blaðið Expressen skrivar, at tað var ein plastikfløska við einum ella øðrum løgi, sum brast.