Ein spreinging í Stokkhólmi í nátt hevur fingið svensku løgregluna at avbyrgja eitt íbúðarøki í forstaðnum til Stokkhólm, Flemingsberg.
Tað veit svenska blaðið Expressen at siga.
Meðan spreingiruddarar sambært svensku løgregluni eru á staðnum, verður mælt til, at íbúgvarnir í økinum halda seg innandura.
- Tveir løgreglumenn við hjálmi og skottryggum vestum siga, at eg ikki má fara úr bygninginum, tí talan kann vera um eina bumbu, sigur Carlos Niera, sum býr í økinum við Aftonbladet.
Eingin fólkaskaði skal vera hendur undir spreingingini, sum kortini hevur gjørt skaða á bilar, húsaveggir og hevur knúst vindeygu.
Eitt vitni, sum býr í økinum, sigur við Aftonbladet, at hann hoyrdi ein ógvuliga hvøllan brest, og síðan sá hann tveir ungar menn renna burtur úr økinum.
- Tað ljóðaði sum ein spreinging. Grannar søgdu, at spreingingin fekk húsini til at ristast, sigur eitt vitni við Aftonbladet.
Lena Backi hjá Stockholm Politi sigur við Aftonbladet, at spreinging hevur verið, men hon leggur aftrat, at enn er ógreiða um, hvat talan er um.
- Vit rokna tó við, at tað liggur ein brotsgerð aftan fyri hendingina, sigur hon.
Anna Westberg, sum eisini starvast hjá Stockholm Politi, kann ikki vátta, at talan møguliga kann vera um eina hondgranat, sum er brostin.
- Vit eru á staðnum fyri at tryggja, at talan ikki verður um fleiri spreingingar, leggur hon aftrat.