Spreinging á matstovu kravt 14 mannalív

Í minsta lagi 14 fólk doyðu av einari harðari gassspreinging á einari matstovu har norðuri í Kina í nátt. Tann almenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at 47 fólk hava fingið skaða, og at 17 teirra hava fingið stóran skaða.

Myndugleikarnir siga, at spreingingin stóðst helst av einum gassleka. Lufttrýstið frá spreingingini var so stórt, at vindeygu í fleiri húsum í grannalagnum vórðu trýst úr. skrivar Xinhua.

Matstovan, sum er í býnum Jinzhong (myndin) í Shanxi-landspartinum vestan fyri Beijing, borðreiðir við tí serkinesiska rættinum hot pot.