Spreinging á Hotel Hafnia

Tvey fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið eftir eina ógvusliga gassspreinging í køkinum á Hotel Hafna fyri løtu síðani. Tey eru illa brend, sigur politiið Hvussu stóran skaða fólkini hava fingið, er ógreitt.

Helst hevur verið talan um gassleka í køkinum, sum neisti so hevur fest í. Trýstið frá spreinginini var so stórt, at hurðin úr matstovuni út í gongina fór í spønir, og ein av stóru rútunum í Høllini út móti Áarvegnum, beint oman fyri høvuðsinngongdini, brotnaði eisini.

Øll fólk, starvsfólk sum gestir, vórðu evakuerað av hotellinum, og fólk frá Tórshavnar Sløkkiliðið hava luftað út og steðgað gasslekanum.