Spreinging í amerikanskum íbúðarhúsum

Eini amerikansk íbúðarhús rapaðu saman av eini sterkari spreinging í Bergenfield, New Jersey í dag. Bjargingarfólki leitar enn eftir einum fólki í leivdunum, skrivar heimasíðan hjá Ekstra Bladet.

 
30 familjur búgva í húsunum, og tey flestu slupp óskalaði út, men fleiri hava fingið løstir. Sambært Ekstra Bladet væntar løgreglan, at orsøkin til spreingina var, at handverkarar vóru ov nær einum gassrøri, tá teir fluttu ein oljutanga.