Spreinging í Aalborg

Nú seinnapartin hevur ein spreinging verið í einari generatorstøð í Aalborg. Høgar flammur eru at síggja og meginparturin av býnum liggur í streymloysi. Tað er ein generatorstøð á Håndværkervej í Aalborg, sum í løtuni liggur í flammum.

Talan er um høgar flammur. Tað kann føra til royk, sum er giftigur, so fólk skulu halda seg innandura, sigur vakthavandi hjá Norðurjútsku løgregluni, Bent Højgaard.

Fyrstu tíðindini siga, at skaðarnir eru umfatandi, og spreingingin skal hava sløkt streymin fleiri staðir í miðbýnum, millum annað á løgreglustøðini.

Tað er ein generatorstøð, sum er farin í luftina, og tað skapar trupulleikar við streyminum. Vit vita ikki so nógv meira, men fólk sulu vera varin og halda seg inni, sigur Bent Højgaard.