Eitt spreingióhapp var um middagsleitið á Brennistøðini á Hjalla. Talan var um eina
kemikaliuspreinging sum hendi, tá menn pakkaðu vandamikið burturkast. Tveir menn vórðu sendir til kanningar, men báðir eru møttir aftur til arbeiðis.
Bárður Michelsen, leiðari á kommunalu brennistøðini, sigur, at talan var um eina
kemikaliuspreinging í goymsluhølunum. Ein fløska brast og innihaldið varð sprongt út
í luftina. Tveir menn vóru í gongd við at pakka vandamikið burturkast, og báðir vórðu koyrdir á skaðastovuna til kanningar. Haðani vórðu teir sendir heim at vaska sær og báðir eru møttir aftur til arbeiðis nú seinnapartin.
Bárður Michelsen sigur, at sløkkiliðið hevur verið og spulað og vaskað, og at brennistøðin læt upp aftur um 14. tíðina.









