Í morgin leygardagin verður ein stuttligur dagur í Klaksvík. Tá fara Hallur Joensen og bólkurin Southern Comforts á rull. Í einum stórum lastbili fara teir at spæla hugnaligan contrytónleik uttan fyri sjúkrahúsið, ellis- og røktarheim og uttan fyri teir ymisku bústovnarnar í býnum.
- Nú koronasmittan aftur er farin at gera um seg, eru tað mong, ið kenna seg ørkymlað av støðuni. Hetta er ein nýggjur veruleiki, sum vit mugu læra okkum at liva við, og kennist hendan nýggja støðan kanska ræðandi og ótrygg - ikki minst fyri tey, sum eru í vandabólki.
Fyrireikararnir av tiltakinum í Klaksvík vísa á, at flestu okkara hava tørv á smáum andarholum, har vit kunnu leggja stúranir til viks eina løtu og í staðin hugsavna okkum um góðu løtuna og nærveruna - saman um enn í fjarstøðu.
Og tíbetur gongur lívið sína gongd.
- Blómurnar spretta, grasið grør, og føroyska náttúran stendur í fagrasta blóma. Hetta gevur okkum eina vón um, at lívið eisini hesaferð fer at sigra.
Fyrireikararnir leggja aftrat um tiltakið í morgin:
- So, lat vindeygað upp, stilla teg á trappusteinin - ella kom út ein túr. Legg tínar stúranir til viks og njót tónarnar frá Halluri Joensen og danska bólkinum, Southern Comforts, tá teir fara á konsertferð í Klaksvík. Eina lítla og øðrvísi konsertferð, har teir fara at spreiða gleði og kærleika uttan fyri sjúkrahúsið, ellis- og røktarheim og bústovnar í býnum.
Fyrireikararnir vísa á, at fólk eru vælkomin at leita sær til økini rundan um teir ymisku stovnarnar, tá spælt verður. Stórur dentur verður lagdur á, at fjarstøða og øll tilmæli frá heilsufakligu myndugleikunum verða fylgd, meðan spælt verður.
- Um onkur situr í sóttarhaldi í Klaksvík, eru viðkomandi vælkomin at senda eini boð til Ragnhild Ellingsgaard á telefon 270626. Um tað letur seg gera, steðgar lastbilurin eisini eina løtu uttan fyri hesi húsini, soleiðis at húsfólkið kann lata vindeyguni upp og taka ein sving-om heima á stovugólvinum, verður lagt aftrat.
Skráin fyri øðrvísi konsertferðina (fyrivarni verður tikið fyri smærri broytingum):
Klokkan 13.00: Biskupstorg, 14.30: Sambýlið á Heygnum, 15.15: Norðoya Ellis- og Røktarheim, 16.00: Sambýlið í Bøgøtu, 16.45: Heimið við Vágna, 17.30: Klaksvíkar Sjúkrahús/Norðoya Røktarheim, 18.15: Umlættingarheimið Dáin, 19.00: Sambýlið Mylnutún 7 og klokkan 19.45: Búfelagsskapurin Heygavegur 56.