Spræna milliardir í miðlarnar

Danska skipanin tryggjar, at bæði lokalbløð, fakbløð, internet redaktiónir og lokalar sjónvarpsstøðir fáa peningaliga innspræning árliga

Eitt vælvirkandi fólkaræði krevur ein fjølbroyttan miðlaheim. Tískil er ein skipan í Danmark, sum tryggjar, at bæði lokalbløð, fakbløð, internet redaktiónir og lokalar sjónvarpsstøðir fáa peningaliga innspræning umframt tær 3,7 milliardirnar, sum Danmarks Radio fær í miðlagjaldi. Í alt umleið 4,5 milliard krónur fara í donsku miðlarnar árliga

Kringvarpsgjaldið verður býtt millum Danmarks Radio, sum fær umleid 3,7 milliardir og lokalu tv2 støðirnar sum fáa  umleið 500 milliónir. Harumframt fáa lokalar útvarpsrásir, bókasøvn og Filmsinsituttið ein part av miðlagjaldinum.

Umframt Kringvarpsgjaldið verða 370 milliónir krónur lætnar redaktiónum í stuðli í ár.
 
Grungevingin fyri at lata stuðulin er, at stimbra ein fjøltáttaðan miðlaheim til frama fyri fólkaræði.

Tær 370 milliónirnar eru býttar millum 61 redaktiónir. Nøkur dømi um redaktiónir sum fáa stuðul eru:

Landsdekkandi tíðindabløð
Kristeligt Dagblad           28.032.295 krónur
BT                                 19.247.780 krónur
Berlingske                      19.247.780 krónur
Børsen                           19.247.780 krónur
Jyllands Posten              19.247.780 krónur
Ekstra Bladet                 17.500.000 krónur

Amtsbløð
Jydske Vestkysten          17.500.000 krónur
NordJyske Stiftstidende   17.500.000 krónur
Fyns Stiftstidende           15.706.776 krónur

Lokalavísir
Lolland-Falsters               4.283.139 krónur
Skive Folkeblad               3.264.797 krónur    
Herning Folkeblad            6.182.284 krónur    

Netredaktiónir:
Altinget.dk                      2.574.930 krónur
Avisen.dk                        1.764.301 krónur
Dagens.dk                          571.801 krónur
Dknyt.dk                            422.489 krónur

Fakbløð
Forbrugerrådet Tænk        2.125.940 krónur    
Dagens Medicin                1.948.011 krónur
Licitationen                      1.139.048 krónur

Kelda www.dr.dk og www.kum.dk