Spotify sera væl móttikið

Maðurin handan Spotify hevur uppá stutta tíð megna at skaffa sær líka stórt ríkidømi sum eitt nú Mick Jagger.

 

Hesa vikuna er ein listi komin úr í Bretlandi, har víst verður, hvørjir tónleikarar í landinum eru teir ríkastu. Har hevur Mick Jagger frá Rolling Stone fingið eitt 10. pláss.

 

Eisini hevur stovnarin av Spotify, Daniel Ek, ognað sær líka stórt ríkidømi sum Mick Jagger, nú hann hevur eins nógv pengar sum Mick Jagger, sum er 190 milliónir pund. Tað svarar til 1.7 milliardir krónur.

 

Tað tók Mick Jagger umleið 50 ár at skaffa sær so nógvar pengar, meðan Daniel Ek setti á stovn Spotify fyri einans seks árum síðani.

 

Nummar eitt á listanum er framvegis Clive Calder, sum er stjóri í tí fløgufelag, sum eitt nú hevur staðið á odda fyri Britney Spears og Backstreet Boys.

 

Paul McCartney er nummar trý á listanum, beint framman fyri Andrew Lloyd Webber.

 

Hetta veit eb.dk