Svenska stroymingtænastan Spotify hevði í fjør eitt hall upp á 1,3 milliardir krónur, men hóast reyðu tølini er leiðslan í fyritøkuni nøgd við árið.
Sølan hjá Spotify vaks 80 prosent til 14,5 milliardir krónur, og tað verður mett sum eitt stórt framstig í kappingini við millum annað Apple Music. Orsøkin til, at fyritøkan hevur hall hóast góðu søluna er, at seinastu tíðina hevur Spotify gjørt stórar íløgur í tøkni og maknaðarføring.
Sambært Financial Times heldur leiðslan í Spotify, at júst 2015 hevur verið besta árið hjá Spotify, tí so nógvir brúkarar løgdust afturat, og lýsingasølan vaks, og fyritøkan roknar við at fáa avlop í komandi árum.










