Spotify hevur funnið panikkaldurin

Tónleikatænastan Spotify hevur funnið fram til neyva aldurin, tá ið tilkomnir menn broyta atferð

Sonevnda miðaldurskreppan, sum er eitt sálarfrøðiligt hugtak, hevur við sær, at menn í vaksnum aldri broyta atferð og gerast meira ungdómligir aftur. Tað kann síggjast aftur á klæðum, nýggjum bilum ella øðrum.

Hildið verður, at hetta typiskt hendur, tá ið menn koma í 40’ini.

Nú hevur heimsumfatandi tónleikatænastan Spotify eitt neyvt boð upp á, nær menn broyta atburð. Hetta boð er grundað í teimum umfatandi hagtølunum, sum Spotify hevur av tónleikanýtsluni hjá fólki kring allan heimin.

Sambært Spotify hendur ein greið broyting í tónleikabrúkinum hjá monnum, tá ið teir gerast 42 ára gamlir. Tá fara nógvir menn burtur frá at lurta eftir vaksnum tónleiki ella klassiskum poppi ella rocki. Í staðin fara teir í størri mun at lurta eftir nýggjum hitlistapoppi – tónleiki, sum tey ungu í stóran mun annars lurta eftir.