Sportsligur Audi A3 Sportback

Audi A3 Sportback er annað enn ein stationcar við 5 hurðum. Bilurin er væl gjørdur og sportsligur við koyrieginleikum í serklassa, og 2,0 litur FSI motorurin við 150 hk er kvikur og hóskar væl til bilin

Audi A3 Sportback er stationcar útgávan av Audi A3 við størri viðførisrúmi og betri beinplássi til tey ferðandi á baksetrinum. Bilurin kappast heldur í gjøgnumførdum kvaliteti enn í prísi við aðrar bilar í somu stødd.

Undirvognurin er soleiðis gjørdur, at bilurin hevur sportligar koyrieginleikar og sera góðan stabilitet í svingum. Elektromekanisku róðurgreiðirnar og servostýringin laga seg alla tíðina til ferðina.

Innan er A3 sportligur við sportsetrum og alu-look luftdysum á instrumentborðinum og eini smartari og praktiskari gardanboks.

A3 Sportback fæst við fýra bensinmotorum og tveimum diesel. Bensinmotorarnir eru: 1,6 litur við 102 hk, 2,0 litur FSI við 150 hk, 2,0 litur við 200 hk og turbo, og 3,2 litur V6 við 250 hk og Quattro. Dieselmotorarnir eru: 1,9 TDI við 105 hk, og 2,0 TDI við 140 hk. Nakrar av útgávunum hava 6-trins girkassa sum standard.

A3 Sportback fæst í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur, grundútgávan er Attraction, sportútgávan er Ambition og Ambiente er luksusútgávan.

Av trygdarútgerð kunnu vit nevna t.d. aktivar nakkapútur, airbag framman, í síðunum og høvuðairbag til tey ferðandi framman og aftan.

Bilurin vit royndarkoyrdu var ein 2,0 FSI Attraction við 6 girum, sum eigur at kosta kr. 296.000, men við blankum takboylum og klimaanleggi kostar hann kr. 315.000.
17" hjólini á bilinum kosta kr. 8.000 eyka.

Annars kostar bíligasti A3 Sportback kr. 258.000.


Audi A3 2,0 Attraction Sportback

Motorurin2,0 litur 4 syl. FSI besnin 120 hk

0-100 km/t9,1 sek.

Bensinnýtsla 13,5 - 14,5 km/l (blandað koyring)

Dekkstødd225/45-17 (standard = 205/55-16)

Stødd og vekt
Longd 428,6 cm
Breidd176,5 cm
Hædd142,3 cm
Eginvekt1205 kg
Viðførisrúm302 litrar

Prísurkr. 315.000,-

Søluumboð Bilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo