FM í svimjing á stuttgeil er í svimjihøllini í Gundadali í Havn hetta vikuskiftið.
Skráin fyri FM-kappingina er hendan:
Fríggjamorgun 3. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Fríggjadag 3. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Leygarmorgun 4. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Leygardag 4. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Sunnumorgun 5. november frá kl 09:30 – Innleiðandi riðlar
Sunnudag 5. november frá kl 17:00 til 19:00 – Finalur
Formaðurin í svimjisambandinum, Rókur í Jákupsstovu hevur vónir um, at onkur føroysk met verða sett hetta vikuskiftið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið sum var við Rók í Jákupsstovu í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.
Kringvarpið vísur finalurnar beinleiðis í sjónvarpinum.