SportBoxin og Skála-KÍ á FM1 í dag

Klokkan 15.10 verður hondbóltsupptakt. Klokkan 16.10 vitjar Heðin Askham fótbóltspanelið. Klokkan 19 byrjar dysturin á Skála

Stórur ítróttardagur verður á FM1 í dag.

Klokkan 15.10 til 17 verður sendingin "SportBoxin". Sjúrður H. Hoydal fer at skipa fyri sendingini millum klokkan 15.10 og 16, har landsliðshondbóltur verður evnið. Føroyar taptu tepurt 21-24 móti Montenegro ígjár, og sunnudagin klokkan 17 spæla Føroyar móti Danmark á útivølli í Gigantium í Ålborg. Givið er, at Sjúrður H. Hoydal sigur eisini beinleiðis frá tí dystinum. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari.

Klokkan 16.10 til 17 skipar Tróndur Arge fyri fótbóltspaneli, har kendi venjarin, Heðin Askham verður gestur. Tosað verður um avrikið hjá fótbóltslandsliðnum og um effodeildina hjá monnum og umfarið, ið er hetta vikuskiftið.

Klokkan 19 sigur Petur Asbjørn Lervig frá dystinum í betrideildini hjá monnum millum Skála og KÍ undir Mýruhjalla á Skála. Svenn Ó. Olsen verður viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Øll kunnu hoyra FM1 á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Innsløgini frá SportBoxini og samrøður við umboð fyri Skála og KÍ koma út á in.fo.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum millum Skála og KÍ. 

##med2##