TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd í sendingini SportBoxin á Rás2, har ringt var til Liverpool, har Tróndur Arge er staddur. Tróndur verður tó heima í góðari tíð, so hann kann siga frá finaluni um løgmanssteypið millum B36 og NSÍ, sum byrjar leygarkvøldið klokkan 19.45.
Tróndur Arge heldur, at tað er ein fyrimunur fyri NSÍ, at teir hava ein royndan málverja, Símun Rógva Hansen, meðan B36 hevur tann blaðunga Róa Mørk Hentze í málinum til steypafinaluna, men Tróndur undirstrikar, at B36 hevur dygdirnar til at vinna eina steypafinalu.
Tróndur Arge væntar eina javna og spennandi, og vónandi eina væl leikta steypafinalu.