Í Sportboxini, sum er ítróttarsending á FM1 hvønn fríggjadag frá klokkan 14 til 17, verður millum annað sent beinleiðis úr Skjern, har føroyska A-landsliðið í hondbólti skal spæla móti Danmark leygardagin.
FM1 kann hoyrast á netinum við at trýsta HER
Hetta verður í fyrsta tímanum, sum serliga er ætlaður hondbóltinum. Sum tey flestu munnu hava hoyrt, so var FM1 einasti miðilin í Montenegro, tá føroyska hondbóltslandsliðið framdi bragdið við javnleikinum. Sjúrður H. Hoydal er nú eisini staddur í Skjern, har hann hevur upptakt saman við landsliðsspælarum og øðrum.
Í tímanum frá klokkan 15 til 16 verður ymiskt á skránni. Tosað verður millum annað við umboð á Brigdelandsliðnum, sum eru í altjóða kapping í hesum døgum. Eisini verður flogbóltur á skránni, har U19-landsliðini eru í kapping í Kettering í Onglandi. Eisini verður tosað við formannin í svimjisambandinum, Rók í Jákupsstovu, nú FM í stuttgeil verður.
Í tímanum frá 16 til 17 verður Fótbóltspanelið á skránni. Her verður millum annað tosað um Fótbóltsgalla, sum verður 2. november í Reinsaríinum. Her skulu ársins spælarar veljast.









