11. november hevur Havnar Róðrarfelag veitslu í felagshølunum niðri í Álakeri í samband við, at 85 ár eru liðin síðani felagið var sett á stovn.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Bjarta Mohr, sum er formaður í Havnar Róðrarfelagi. Samrøðan var í sendingini SportBoxin á Rás2 fyrrapartin.
Í Havnar Róðrarfelagi kunnu tey hyggja aftur á eina stolta søgu við nógvu kappróðrarsigrum, um enn ikki Havnarbáturin hevur verið í fremstu røð hvørt ár, so hava aðrir bátar vunnið.
Nútíðin sær eisini gott út hjá felagnum, og væl gongur at manna bátarnar.
Bjarti Mohr heldur, at áhugin fyri kappróðri er vaksandi, og hann fegnast um, at kappróðurin á ólavsøku er mentur til at verða eitt stórt tiltak, sum Róðrarfelagið Knørrur, Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag standa saman um.