Sporini vaksa úr sjónum á Tvøroyri

Sunnudagin verður filmurin um Jóannes Nielsen vístur á Seglloftinum á Tvøroyri Filmssýningin er klokkan 16 sunnudagin.

Filmurin, Sporini vaksa úr sjónum, eftir Katrin Óttarsdóttur, hevur fingið sera góð ummæli bæði her heima og í donskum miðlum.

Jóannes Nielsen er ein serstakur persónur, við avgjørdum meiningum um lívið og samfelagið og filmurin gevur eitt serstakliga spennandi innlit í persónsmenskuna, ið hevur givið okkum so nógv innan bæði yrkingar, bókmentir og sjónleik.

Leggjast kann afturat, at eitt skifti búði Jóannes á Tvøroyri.