Sporini vaksa úr orðum frumsýndur í gjár

Filmurin hjá Katrini Ottarsdóttir Sporini vaksa úr orðum - ein filmur um rithøvundin Jóanes Nielsen, varð frumsýndur á gamla Meiarínum í gjárkvøldi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin til frumsýningina, sum er partur av 100 ára haldinum hjá Tórshavnar kommunu.

 

Heðin Mortensen segði millum annað, at Katrin Ottarsdóttir flytir okkum inn í eitt annað listarligt umhvørvi, hóast vit enn eru í Havn.

 

Eftir røðuna fekk Katrin Ottarsdóttir orðið og greiddi frá um filmin og samstarvið við Jóanes Nielsen.

 

Báðir teir undanfarnu filmarnir í hesi røð hjá Katrini eru tiknir í Danmark, meðan hesin er tikin í Havn.

 

Komandi dagarnar, og so leingi áhugi er, verður filmurin sýndur í Meiarínum.