Spor í kavanum og súkklan horvin!

Týsdagin 4. februar stóð súkklan hjá mær uttan fyri hjá okkum, við síðuna av úthurðini.

Súkklan er ein Wild Crik »fjallasúkkla«. Hon er svørt við 21 gearum, svørtum skjermum og blankar felgur. Ein partur av róðrinum er blankt, hon hevur lyktir bæði aftan og framman, og so hevur hon kilometurteljara.
Saðilin er eitt sindur slitin, men annars er súkklan í góðum standi; og var eg sera glaður fyri hana.
Og sera keddur nú hon er burtur.
Tí millum kl. 17 og 21 hetta kvøldið, 4. februar, er onkur farin avstað við súkkluni!
Vit kundu fylgja sporunum yvir til Eysturskúlan og oman á Gripsvegin, kanska eftir Traðarvegnum og oman til SMS; longur bar ikki til at fylgja sporunum, tíverri.
Til tín, sum kennur teg aftur í hesum!
Eg biði teg inniliga um at koma aftur við súkkluni hjá mær.
Tú finnur helst ein útveg.
Um tú ikki kemur aftur við súkkluni; men velur at kanna tær hana sjálvur!
So spyrji eg bara: Kann nakar verða glaður fyri eina súkklu, sum ein veit at ein annar eigur?
Tað vænti eg ikki!