Sporðdrekin ræður í Havnini

Í dystinum um æruna sum havnarmeistari vann Sporðdrekin á Hamar

Alt var avgjørt undan grannauppgerðini millum havnarfeløgini Sporðdrekan og Hamar. Tí var bara æra at spæla um, men hon hevur nógv at siga í eini grannauppgerð.  Dysturin endaði  71-68 til Sporðdrekan.

 

Hamar vann fyrsta fjórðing 19-14, har Pól Jakobsen var tryggur frá trý-stig linjuni. Hann skoraði heilar tríggjar ”3’arar” í fyrsta fjórðingi. Annar fjórðingur gekk heldur illa hjá Sporðdrekanum, og vunnu teir í Hamar henda 22-14. Hálvleiksstøðan var 41-28 til Hamar. Sporðdrekin vann triðja fjórðing 16-12, so støðan áðrenn seinasta fjórðingin var, at Hamar var á odda 53-44.

 

Sum sæð fleiri ferðir í ár, so hevði Sporðdrekin ein góðan endaspurt. Tað var serliga Magnus Jakobsen og Fríði í Geil Jensen, sum høvdu innstillað kanónirnar. Teir fingu samanlagt 21 stig av 27 stigum, sum Sporðdrekin skoraði. Hetta hevði við sær, at Sporðdrekin enn einaferð sníkti seg framum á málstrikuni og vann samanlagt 71-68.

 

Toppskjútti fyri Hamar var Sjúrður Sivertsen við 23 stigum. Toppskjútti fyri Sporðdrekan var Magnus Jakobsen við 17 stigum, meðan Fríða í Geil Jensen fekk 16 stigum.

 

Samlaða støðan nú landskappingin er liðug:

1. Ravnur 7 stig

2. Sporðdrekin 4 stig

3. Hamar 1 stig

 

Í landskappingini eru í ár skotin 1295 stig. Toppskjúttar hjá feløgunum eru:

1.Magnus Jakobsen (Sporðdrekin) 125 stig

2. Janus Jakobsen (Hamar) 105 stig

3. Ernesto Ferrari Henriques (Ravnur) 92 stig

 

Tað verða Ravnur og Sporðdrekin, ið eru í finaluni 20 mai 2017.