Sponsku sosialistarnir ein frammaná

Landspartavalini í Spania í gjár gjørdust ein lemjandi ósigur fyri tann sosialistiska stjórnarflokkin. Tann konservativi andstøðuflokkurin hevði framgongd um alt landið og fekk 2,2 milliónir fleiri atkvøður enn sosialistiski flokkurin. Tað ber í sær, at tey konservativu fáa valdið í 11 av teimum 13 landspørtunum.

Politiskir eygleiðarar siga, at sponsku veljararnir hava víst sína misnøgd við búskaparstøðuna. Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt Spania sera meint. Eygleiðararnir hefta seg eisini við, at umleið 600.000 fólk atkvøddu blankt í ár, og tað er met í Spania.