Ikki kann sigast annað, enn at 24 ára gamli Manchester United-spælarin, Wayne Rooney, gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum, tá hann leygardagin skjeyt øll málini í 4-0 sigrinum á Hull. Í øllum førum vilja bæði FC Barcelona og Real Madrid hava hann. FC Barcelona skal vera sinnað at rinda 600 milliónir krónur fyri Rooney, meðan Real Madrid sigst vilja fara uppaftur hægri við sínum boði.