Reiðaríið hjá spanska ferðamannaskipinum Grand Mistral hevur boðað íslendingum frá, at skipið kemur til Reykjavíkar tvær ferðir í summar, og at umleið 1.800 fólk verða við hvørja ferð.
Sagt verður, at ferðafólkini koma við flogfari úr Spania til Íslands. Har fara tey umborð á skipið, sum síðani fer til Grønlands á rundferð. Úr Grønlandi kemur skipið aftur til Íslands og tekur onnur ferðafólk umborð og heldur leiðina fram til Evropa.
Grand Mistral er knappliga 50.000 tons stórt og tekur umleið 1.200 ferðafólk.










