Tað verða Espanyol og Sevilla, sum í ár møtast í finaluni í Uefa Cup. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá ið liðini bæði vunnu sínar seinni hálvfinalur. Espanyol vann 2-1 á týska Werder Bremen, og kom tískil samanlagt víðari við einum tryggum 5-1 sigri.
Í hinari hálvfinaluni møttust Sevilla og Osasuna. Her vann Sevilla í kvøld 2-0, og verður tískil við einum teprum 2-1 sigri annað spanska liðið í finaluni.
Finalan verður leikt 16. mai á Hampden Park í Skotlandi.