Spitfire-flogfar frá seinna heimsbardaga vitjar í Føroyum

Søguliga jagstrarflogfarið skal flúgva runt allan knøttin upp á fimm mánaðir

Eitt heilt serligt flogfar setti seg í Vágum fyri løtu síðani. Talan er um jagstrarflogfarið Silver Spitfire, sum varð brúkt undir øðrum heimskríggi. 

Føroyavitjanin er partur av einari stórari og slóðbrótandi verkætlan. Tveir bretskir flogskiparar hava sett sær fyri at flúgva kring knøttin við hesum Spitfire flogfarinum, sum varð bygt í 1943. Har er eitt setur í flogfarinum, og teir fara at flúgva skiftivís.

Ferðin tekur fimm mánaðir, og flogfarið fer at steðga í 100 flogvallum í minst 30 londum. Eitt annað flogfar fylgir aftaná Spitfire flogfarinum av trygdarávum. 

##med2##

##med3##

##med4##