Spitari, gir og kobling

Nýggj teoribók til per­són­bil.
– Stórur dentur er lagdur á, at nýggja teoribókin er løtt at lesa, sigur Maria Hera­dóttir, sum er ritstjóri í Námi.

– Teoribók til per­són­bil, sum heitið er, fer at leggja lun­nar undir, hvussu vit orða okkum í bili og ferðslu ann­ars við ótilgjørdum orð­um sum kopling, spitari og gir, sum jú øll siga í dagligari talu.

Nám hevur staðið fyri út­gávuni, sum Erling Is­holm, stud­enta­skúl­a­lærari, um­setti úr donskum. Hans Jacob Hermansen, koyr­i­lærari, og Jákup Jac­ob­sen og Asbjørn Berg á Ak­stov­uni, hava veitt málsliga og fakliga ráðgeving. Sum nakað nýtt hevur Trygg­ing­ar­fel­ag­ið Føroyar stuðlað ú­t­gávuni. 

Hósdagin 15. mars kemur te­o­ri­bókin á marknaðin. Bók­in er til allar næmingar í koyr­i­skúlunum kring land­ið, men er samstundis eisini ein hent handbók til allar bilførarar og tey, sum hava áhuga í ferðsl­u­við­ur­skift­um.

Bókin er 243 síður býtt yvir 10 kapitlar og hevur ferðsl­­u­skelti og drúgvan leit­orð­a­lista aftast.  Sølu­prís­ur­in er 350 krónur.

Nýggja teoribókin verð­ur løgd fram í hølum hjá Trygg­­ing­ar­fel­agn­um Før­oy­um á Konga­brúnni í Havn, hós­­morgunin 15. mars klokk­an 9.00.