Spískamarið í útlendskt sjónvarp

Vælumtøkta Spískamarið ætlar sær á útlendskar sjónvarpsrásir.

Gongst sum ætlað, so sleppir Gutti Winther á norðurlendskar sjónvarpsskíggjar at siga 'pínadoyð'. Toymi handan Spískamarið, hevur nú sett Allan Dalsgarð at samráðast við útlendskar sjónvarpsrásir um at varpa sera vælumtóktu føroysku matsendingina.

 

- Vit merkja stóran áhuga fyri sendingini, og vænta okkum ítøkiligar avtalur innan hetta hálvárið, sigur Allan Dalsgarð spentur á málinum.

 

Seinastu árini hevur eitt norðurlendskt rák av álvara tikið á seg. Alt frá mentanarligari og listarligari framleiðslu í skandinavisku londunum hevur vakt stóran áhuga í londunum, og matmentanin stendur heldur uttanfyri.

 

- Tað er eitt greitt rák, sum vit ætla okkum at gera okkum dælt av. Vit hava sæð NOMA matstovuna vinna eitt ótal av prísum, umframt at okkara egna KOKS stendur seg øðiliga væl, sigur Allan.

 

Í sendingunum, er Gutti bæði kokkur og vertur, og loyvir hyggjaranum við á ferð kring føroysku oyggjarnar, har hann fangar djór úr føroysku náttúruni og heintar frískar rávørur úr nærumhvørvinum. Hetta verður eisini kjarnan í marknaðarførsluni av sendingini uttanfyri Føroyar.

 

- Við Spískamarinum flyta vit køkin út í náttúruna. Gutti førir hyggjaran heilt út á eggina av norðurlendskari matmentan, har vit uppliva hvussu hann ferðast í sínum nærumhvørvi og finnur sær frískar rávørur. Tað eru samanrenningin av serstakari náttúru, rávørum og søgum, sum gera sjálvar sendingarnar serstakar, sigur Allan Dalsgarð, sum avgjørt heldur, at ein avtala við útlendskar sjónvarpsrásir hevði marknaðarført Føroyar í enn størri mun,