Spískamarið í svenskum sjónvarpi

Gutti Winther hevur áður váttað, at toymið handan Spískamarið roynir at selja sendingina til onnur lond, og nú byrjar ávøksturin at síggjast.

 

Í næstum fer svenska ríkissjónvarpið, SVT, at senda Spískamarið undir heitinum, Smak av Färöarna. 

- Prógvið um, at Føroyar eiga eitt nátúrligt spískamar í heimsflokki, har grønmeti veksur og búnast spakuliga, og kalda vatn havsins gevur fiskinum og skaldjórunum serstakan smakk og dygd, verður víst í matsendingini Spískamarið, skrivar svensk-føroyska vinafelagið um sendingina.

 

Fyrsti parturin, úr Saksun, verður sendur 29. mars klokkan 16.25 svenska tíð. Síðani verður ein sending um vikuna, úr Borðoy, Sandoy, Nólsoy og seinast í hesum umfari, úr Elduvík hin 26. apríl. Nær seinastu 13 partarnir verða vístir, er enn ikki avgjørt.

 

Sendingin verður eisini víst á SVT í Finlandi eins og á SVT PLAY á netinum.