TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Trygva Mortensen, aftaná tað var staðfest, at AB spælir í 1. deild komandi kappingarár. Hetta gjørdist greitt, tá Skála spældi 1-1 ímóti TB. Sjálvt ein sigur hevði ikki kunnað bjargað AB í dag. AB tapti annars 1-4 ímóti NSÍ í Runavík í dag.
Trygvi Mortensen staðfestir, at við einum brendum brotssparki og øðrum brendum møguleikum, so var tað ein dystur, sum var rættiliga sigandi fyri AB, har teir enn einaferð ikki taka av møguleikunum.
Tað er tó ikki dysturin í dag, sum fellir AB tá samanum kemur. Tað er heldur slaka úrtøkan ímóti B68, Skála, TB og ÍF, sum hevur kostað AB tilveruna, sum effodeildarlið á hesum sinni.
Trygvi Mortensen heldur, at AB kann vinna seg uppaftur í effodeildina, um teir kunnu varðveita tað mesta av fólkinum, men tað ljóðar ikki, at tað fer at henda.