Spilti Svøríki út

Hope Solo toldi illa, at USA í gjár óvæntað tapti ímóti Svøríki.

Tað var heldur óvæntað, at svenska kvinnulandsliðið í fótbólti í gjár megnaði at vinna ímóti ferfaldu OL-vinnarunum og verandi heimsmeistarunum úr USA. OL-fjórðingsfinalan ímillum Svøríki og USA endaði við 1-1-javnleiki, men eftir longda leiktíð og brotssparkskapping var tað Svøríki, sum var omaná og nú hevur spælt seg í hálvfinaluna.


- Eg haldi vit spældu við hjartanum. Vit vóru aftanfyri og komu aftur í aftur, so eg eri errin av hesum liðnum. Eg haldi eisini, at vit spældu ímóti nøkrum ræðuskítum. Tað var ikki besta liðið, sum vann í dag. Tað eri eg púra vís í, segði málverjin hjá USA, Hope Solo, eftir dystin.


Hon útgreinaði, at Svøríki ikki hevði hug at spæla fótbólt, men einans at fara í mótálop við langum avleveringum. Eisini segði hon seg halda, at Svøríki ikki fer at vinna kappingina.


Eftir skørpu viðmerkingarnar í gjár hevur Hope Solo verið fyri atfinningum, har eitt nú landsmaður hennara, fyrrverandi landsliðsleikarin, Alexi Lalas, heldur hana vera eina skomm fyri sítt land. Svenski landsliðsvenjarin, Pia Sundhage, sum tvær ferðir hevur vunnið OL-gull við USA, gav heldur ikki nógv fyri viðmerkingarnar.


- Eg leggi ein lort í tað. Eg fari til Rio, tær fara heim, segði hon við Sportbladet.


Hope Solo hevur tvær ferðir áður verið útilokað frá landsliðnum hjá USA vegna ymiskar trætur, og eisini undan OL í ár var hon úti um seg. Hon segði, at hon neyvan fór at vága sær úr hotelkamarinum av ótta fyri zika-virusinum. Úrslitið var, at áskoðarar í gjár róptu “zika” hvørjaferð hon hevði bóltin.


Í hálvfinaluni skal Svøríki spæla ímóti vertunum úr Brasil, meðan Kanada og Týskland dystast í hinari. Tær hálvfinalurnar verða spældar týsdagin.