Spilnakin í rættinum!

John av Reyni, formaður, Sosialistisk Ung
---
Fyri stuttari tíð síðan stóð ein ung kvinna, ið júst var flutt heim aftur til Føroya, so at siga spilnakin í Føroya rætti. Grundgevingin til hetta var, at hon ikki hevði rind­að kringvarpsgjald og einki hevði at gjalda við.
Vit kenna øll tey væl­kendu orðini ”Vælkomin heim til Føroya”, sum runga inni í flogfarinum, tá ið man er lendur í Vágum, og hvussu tað frískliga lotið kínir okk­um bleytt um kjálkarnar, tá ið vit trína út og síggja okk­ara vøkru oyggjar.
Tað eigur altið at vera gott og so lætt sum gjørligt at flyta heim, men soleiðis er ikki altíð. Ein sera keðilig hending var her fyri, og tað var tann, at hendan unga kvinnan, sum júst var flutt heim til Føroya, fekk sum tað fyrsta vælkomubrævið eina rokning á kr. 3.600 fyri kringvarpsgjald.
Unga kvinnan ringdi síðan til Kringvarpið og segði, at her mátti vera ein feilur komin í, tí hon var flutt heim til mammu sína úr Danmark, og at mamman segði seg skula standa fyri hesum gjaldið. Svarið varð síðan, at rokningin bleiv strikað, og at nýggj rokning bleiv send til mammu kvinnuna.
Ein tíð gongur og næsta brævið, sum kemur inn ígjøg­num dyrnar, er ikki annað enn ein fráboðan um at møta upp í Føroya Rætti, tí nú var sagt, at unga kvinnan noktaði at gjalda kringvarpsgjaldið, og at um hon ikki vildi gjalda, so skuldu tey koma og taka pant í hennara lutum.
Unga kvinnan, sum mest av øllum føldi seg illa av tí viðferð, hon hevði fingið, møtti síðan upp í rættinum, og har stóð hon, ímeðan peikað bleiv eftir henni, og sagt varð, at hon ikki vildi gjalda.
Unga kvinnan hevði til alla eydnu verfaðir sín við, sum á góðum suðuroyarmáli greiddi frá framferðini gjølla og væl. At enda segði hann ”Um tit skulu taka hennara lutir, íðan so taki eg og skræði klæðini av henni, soleiðis at hon stendur spilnakin, tí tað er alt, hon eigur”.
Tíbetur bleiv endin tann, at rokningin bleiv stílað mammuni at kvinnuni, men at fáa slíka vælkomu er satt at siga ein stór skomm fyri okkum sum samfelag.
Okkara samfelag skríggjar eftir at fáa tey ungu og helst ungar kvinnur heim aftur til klettarnar, tí vit mangla hesar ungu kreftir at taka og bera okkara samfelag og tjóð inn í framtíðina.
Vit áttu heldur at bjóða hesum tilflytarum væl­kom­num við vælkomubrøvum, sum vísa á møguleikar í okk­ara samfelag, og á tær tænastur eitt nú komm­unurnar bjóða, og ikki minst áttu vit at bjóða teimum møguleikan at koma til eitt prát og ein kaffimunn niðri hjá Jógvani ella Heðini.
Vit hava sæð, hvussu ónøgdin er um kring­varps­gjaldið, sum kann vera ein stórur biti at svølgja hjá summ­um. Vit hava sæð, hvussu kringvarpsgjaldið ikki klárar at fylgja við prís­talsvøkstrinum, og vit hava sæð, hvussu stórur tørvurin er á, at vit framhaldandi skulu tryggja okkara ment­anararv.
Tí vóni eg, at tey, sum varða av okkara samfelag, tryggja, at slík viðferð, sum hendan unga kvinnan fekk, aldrin verður endurtikin, og at tey tryggja eitt gott óheft kringvarp, sum varðar og mennir okkara mentan.
Hvussu? Legg kring­varps­gjaldið um til ein prosentsats (eins og barnsburðar gjald­ið), sum fer óskerdur til Kringvarpið, soleiðis at øll gjalda í sama kassa. Tað er lættari at umsita, og tryggjar Kringvarpið, eisini tá ið prístalsvøkstur er. Ikki minst tryggjar tað, at fólk ikki skulu møta upp sum Svarti Per niðri í rættinum.