Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, vitjaði fyrradagin hjá IRF. Saman við aðalstjóranum, Turid Arge, hevði hon ein fund við leiðsluna hjá IRF, sum serliga snúði seg um virksemið hjá spilloljuverkinum.
- Hetta er fyrstu ferð, at Sirið hevur vitjað á IRF. Hon var eisini ein rundtúr á Hagaleiti og fekk eina frágreiðing um virksemið hjá IRF. Sirið umsitir umhvørvismál, og tað var serliga við atliti til spilloljuverkið, at hon var komin at vitja.
IRF vísir á, at spilloljuverkið er eitt landspolitiskt átak at fyribyrgja dálking í havinum kring Føroyar. Landið gjørdi avtalu við IRF fyri nógvum árum síðan um at gera hetta arbeiði. Avgjaldið á innfluttari olju fíggjar raksturin av spilloljuverkinum, sum reinsar spilloljuna og selur hana til endurnýtslu.
- Átakið varð gjørt fyri at tryggja, at spillolja frá skipum og øðrum kemur upp á land og verður endurnýtt heldur enn, at oljan endar í havinum sum fyrr.
Við Spilloljuverkinum er landið eisini við til at halda havumhvørvið í Arktis reint, nú alsamt fleiri útlendsk skip, sum sigla í økinum, leggja at í Føroyum og koma við spilloljuni til Leirvíkar.
IRF veit at siga, at eitt nú russar eru serliga raskir at koma til lands við allari sínari spillolju og ruski.
Í 2016 tók spilloljuverkið ímóti 4.213 rúmmetrum av spillolju og oljudálkaðum vatni, harav 99 prosent varð endurnýtt. 35 prosent varð endurnýtt sum spillolja, 64 prosent varð reinsað vatn, sum varð leitt út aftur í náttúruna, og bert eitt prosent var óreinska sum varð brend.