Spillnakin imperialisma

EFTIRMETING. Danska stjórnin noktar okkum tjóðarheiti og tjóðarrættindi. Tað er klassisk imperialisma. Og hon fer víðari: Stjórnin virkar eisini - saman við føroysku andstøðuni - fyri, at føroyingar lima seg inn í Danmark. Gera vit tað, staðfesta vit endaliga, at Føroyar eru danskar. Tá missa vit frumrættin til landið. Tí er tað álvarsamt, siga vit nei i mai ? ella bogna longu nú. Men tað verður bæði baldrut og strævið, siga vit ja, sigur Sjúrður Skaale, sum í tvey ár hevur arbeitt við sjálvstýrismálum í Tinganesi. Nú hevur hann lagt frá sær


 

Sosialurin hevur boðið mær pláss skriva eina grein um sjálvstýrismálið, grundaða á mínar egnu metingar, eftir at hava starvast sum embætismaður í Tinganesi í knøpp tvey ár.

Tað vil eg fyrst nýta høvi at takka fyri. Og so vil eg gera greitt, at hetta eru persónligar hugsanir hjá einum, sum tekur fult undir við, at vit taka ábyrgdina av okkara landi.

So er tað greitt...

Eg haldi eg byrji við eini lítlari hending, sum eg haldi rættiliga væl lýsir tað, sum hendi, tá samráðst varð í fjør:

Vit eru stødd í forsætismálaráðnum á kvøldi 26. oktober. Samráðingarnar um framtíðarstøðu Føroya eru júst slitnaðar.

Tíðindafólkini ganga sum svangir úlvar og slota eftir føði. Søgum. Yvirskriftum. Forsíðum.

Trokanin gerst øgilig, tá Poul Nyrup Rasmussen kemur út til teirra. Andlitsbragdið er hugsunarsamt. Hann svølgir. Hyggur álvarsamt í eyguni á starandi tíðindafólki og skyggjandi kameralinsum. So kemur tað:

?Dette handler kun om penge!? sigur hann.

Og so skriva og filma og fotografera tey, meðan Nyrup faðirliga og lærandi greiðir frá, at ?Landsstyret kræver en overgangsordning på femten år eller mere. Jeg har tilbudt fire. Dette er grunden til, at de nu har forladt forhandlingerne.?

Tann neyðuga lygnin

Tey, sum vóru á fundinum, vita, at forsætisráðharrin lýgur. Eingin hevur talað um hvørki pengar ella skiftisskipan.

Langt áðrenn partarnir møttust gjørdi landsstýrið greitt, at tað ikki vildi hava búskapin á dagsskrá hesaferð. Tað var longu staðfest, at tað ikki bar til at samráðast um hetta. Trý ymisk uppskot vóru jú løgd fyri stjórnina fyri at fáa glið á ein dialog. Tað varð gjørt samsvarandi avtaluni frá 1998 sum sigur, at partarnir skulu samráðast um eina skiftisskipan.

Men forsætisráðharrin noktaði at fylgja avtaluni, og sópaði øll uppskotini av borðinum. Uttan grundgeving.

Men hann brúkti tey kortini ? aftaná fundirnar!

Hóast hann fekk tað fyrsta útspælið handað í trúnaði, læt hann kortini pressuna fáa tað ? eftir at hann hevði biðið sínar embætismenn vent og snarað tí. Tá teir vóru lidnir vísti uppskotið, at føroyingar kravdu blokkstuðul í 50-70 ár eftir loysingina. Tað var tað, danskir skattgjaldarar fingu at vita_

Forsætisráðharrin manipuleraði við trúnaðarupplýsingum. Hann breyt eitt trúnaðarlyfti og misnýtti sýnt álit.

Men tað tænti endamálinum.

Endamálið var at sleppa undan at tosa um krav og rætt føroyinga til fullveldi. Um sáttmálauppskotið. Og um hví danska stjórnin noktaði at fylgja gjørdum avtalum um samráðingarnar.

Endamálið var at seta nakað annað á breddan í donskum fjølmiðlum: Føroyingar krevja! skuldu bløðini skriva. Føroyingar nassa! Føroyingar vilja hava tínar pengar, góði danski skattgjaldari!

Endamálið var at fremja eitt karaktermorð móti føroyingum.

Tað er ikki nakar býttur taktikkur. Tí hvør lurtar eftir krøvunum hjá einum nassara? Hvør tekur ein igil í álvara? Hvør hevur virðing fyri einum forkelaðum og ábyrgdaleysum unga?

Eingin. Vóru føroyingar fyrst úthongdir sum nassarar, fór eingin at hava at stjórnini fyri nakað. Sama, hvørjar avtalur hon breyt. Sama, hvat hon segði og gjørdi.

Og eingin fór heldur at lurta eftir føroyingum. Eingin lurtar eftir børnum, sum biðja um bomm.

Taktikkurin eydnaðist ? stjórnin fekk frítt spæl. Ikki ein gang tá hon gjørdi sítt etniska roknistykki, gav øllum føroyingum í Danmark ein prísseðil í nakkan, og við hesum møguliga breyt skrásetingarlógina, fekk hon trupulleikar.

Tað var ein yvirskrift, sum skuggaði fyri øllum øðrum: FØROYINGAR ERU ÓTAKKSAMIR NASSARAR!

Nyrup fekk tað, hann vildi hava.

Ein spillnakin skapningur

Tað vóru m.a. hesar beisku royndir sum gjørdu, at landsstýrið ikki vildi tosa um pengar á fundinum 26. oktober.

Í staðin kravdi landsstýrið at fáa at vita, um stjórnin yvirhøvur góðtók, at landsstýrið umboðaði eina serstaka tjóð.

Kravið komst av, at framferðin hjá stjórnini í fleiri málum bar boð um, at stjórnin ikki góðtók henda veruleika. Og forsætisráðharrin hevði eisini sjálvur í almennum útsagnum sátt iva um tað.

Tann 26. oktober varð hann biðin um at geva eitt greitt svar: Góðtók danska stjórnin, at føroyingar eru serstøk tjóð, og hava tey rættindi, tað hevur við sær ? ja ella nei!

Og forsætisráðharrin segði nei! Hann noktaði. Føroyingar eru ikki tjóð, segði hann. Føroyingar eru ein samrunnin partur av donsku tjóðini, og hava ikki sjálvsavgerðarrætt. Tað er fólkatingið ? ikki Føroya fólk ? sum hevur endaliga orðið í spurninginum um framtíðarstøðu Føroya.

Poul Nyrup Rasmussen hevði spælt ein sjónleik teir sjey mánaðirnar, samráðingarnar høvdu vart. Men leiktjaldið aftanfyri hann skrædnaði meira og meira.

Áðrenn samráðingarnar byrjaðu, lætst hann at virða føroyingar . Men tá tað kom til stykkis var eingin virðing. Hann breyt allar avtalur. Hann breyt givin lyfti. Hann noktaði eygleiðarum atgongd. Og tað gjørdist alt týðiligari, at hann bara vildi draga alt út, til tað at enda av sær sjálvum steðgaði av einum fólkatings- ella løgtingsvali.

At Nyrup blankt noktaði at fylgja vanligum mannagongdum og blankt noktaði at so mikið sum ein einasta felags fundarfrásøgn varð gjørd sýndi, hvat endamálið var: Einki ? absolutt einki ? skuldi liggja eftir. Sjálvstýrissamráðingarnar skuldu dragast út ? og kvalast.

Tað gjørdist alt greiðari, at talan var um sjónleik. Og tann 26. oktober hekk eingin lepi av leiktjaldinum eftir. Umboðini fyri Føroya Landsstýri sóu veruleikan. Tey sóu ta hugsan, sum er grundarlag undir danska føroyapolitikkinum. Alt var flust uttanav.

Tað, sum eftir stóð, var ein spillnakin, ljótur skapningur. Ein skapningur, sum vanliga er fjaldur aftan fyri tóm politikaraorð og tekniskar embætismannafrágreiðingar. Sum vanliga smýgur sær millum slipsini og dokumentmappurnar hjá gløttum teknokratum í forsætisráðnum.

Men nú hevði skapningurin einki skjól. Nú sóu øll hvør tað var, sum nakin stóð har og royndi at halda fyri seg sjálvan.

Tað var imperialisman.

Kroppurin skuldi latast í

Tað ljóðar fremmant. Ófrættakent. Ósannlíkt. Men soleiðis var tað. Politikkurin hjá donsku stjórnini hevði einki annað navn.

At føra fram, bæði í Danmark og í altjóða samfelagnum, at føroyingar eru fult undirgivnir eitt statsvald, sum teir ongantíð á fólkaræðisligan hátt hava givið seg undir, er imperialisma.

At nokta teimum tjóðarheiti, sum hava rætt til tjóðarheiti, er imperialisma.

At nokta teimum tjóðarrættindi, sum hava rætt til tjóðarrættindi, er imperialisma.

So greið var støðan 26. oktober. Og tá føroyingarnir sóu, at tað var sjálv imperialisman, sum sat hinumegin borðið, reistust teir og fóru.

Men Nyrup vildi ikki hava, at tann nakni skapningurin gekk og rann leysur úti millum fólk. Tað kundi skaða umdømið hjá hansara stjórn. Tí skuldi kroppurin latast í og fjalast.

Hetta var Nyrupsa einasta endamál, tá hann fór út til tíðindafólkini um kvøldið tann 26. oktober. Tá andlitsbragdið gjørdist hugsunarsamt. Tá hann svølgdi. Tá hann álvarsamt hugdi í eyguni á starandi tíðindafólki og skyggjandi kameralinsum. Tá hann segði sína væl umhugsaðu lygn: ?Dette handler kun om penge?.

Konfrontatión

Nyrup nýtti hesa lygnina á hegnisligan hátt. Allir danskir fjølmiðlar høvdu somu yvirskrift: SAMRÁÐINGAR SLITNAÐAR. FØROYINGAR KREVJA OV NÓGVAR PENGAR.

Men í Føroyum vita nú øll, sum vilja vita tað, hvussu støðan er:

Danska stjórnin ger seg inn á rætt Føroya fólks til Føroya land og vil avtaka hann.

Danska stjórnin ger seg inn á grundleggjandi rættindi føroysku tjóðarinnar og vil avtaka tey.

Undir teimum drúgvu samráðingunum í fjør, vóru tær mongu kávalótirnar flustar uttanav danska føroyapolitikkinum. Tað, sum tá var eftir, var spillnakin imperialisma.

Tað er hugstoytt. Men tað er týdningarmikið at vita, at skal føroyska sjálvstýrisrørslan náa sínum máli um tjóðarfrælsi, so verður tað ikki gjøgnum samráðingar við donsku stjórnina. Tveir partar kunnu ikki samráðast, um annar parturin ikki viðurkennir tilverurættin hjá hinum partinum.

Skal málið náast, verður konfrontatión.

Oljan er donsk

Samráðingarnar í 2000 vístu, at danski forsætisráðharrin var til reiðar at nýta bæði avtalubrot og lygnir fyri at steðga landsstýrinum. At ein forsætisráðharri ger slíkt, er álvarsamt.

Men hví ger hann tað? Hví er tað so um at gera hjá dønum at varðveita yvirvaldsrættin yvir Føroyum? Hví ikki gera ein felagsskap, har partarnir eru sjálvstøðugir og javntsettir?

Ein høvuðsorsøk er ið hvussu er greið: Oljan.

Fatanin í forsætismálaráðnum er, at danski staturin undir verandi skipan eigur endaliga yvirvalds- og ognarrættin til oljuna. Føroyska heimastýrið er eftir teirra tykki bert ein lokalur danskur myndugleiki, sum hevur fingið umsitingarrættin útdelegeraðan.

Og eingin skal vera í iva um ? og vit síggja tað longu nú ? at sterkar kreftir í Danmark fara at krevja, at staturin ger yvirvaldsrættin galdandi, um olja verður funnin í ?Nord-Danmark?.

Tað er bert eitt sum kann tryggja, at føroyingar fáa full rættindi til føroysku undirgrundina. Tað er, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land. Tástani hava vit yvirvaldsrættin yvir Føroyum og tí, sum hoyrir hesum landi til ? m.a. oljuni, sum kanska, kanska ikki, er her.

Innliming

Hóast danska stjórnin sigur tað mótsatta, so er eingin ivi um, at Føroyska tjóðin hevur sjálvsavgerðarrætt ? t.e. rætt til at taka avgerð um egna lagnu. Føroyingar hava nevniliga ongantíð við fólkaræðisligari avgerð limað seg inn í Danmark.

Tí kunnu vit framvegis velja at stovna egið ríki ? ella at lima okkum inn í eitt annað ríki.

Men hesin rættur kann sambært fólkarættinum bert nýtast einaferð. Tann dag, vit á fólkaatkvøðu hava valt at limað okkum inn í Danmark, er hann burtur. Og harvið er eisini endaligi rætturin til oljuna burtur.

Tí er endamálið hjá stjórnini nú at fáa føroyingar at geva seg undir Danmark einaferð fyri allar:

Fyrst skulu føroyingar ræðast til at atkvøða »nei« á fólkaatkvøðuni tann 26. mai. Hvat síðani skal henda, hevur Nyrup longu boðað frá: Tá fólkið hevur sagt nei, skal samráðast um eina »sjálvstýrislóg« undir donsku grundlógini, sigur hann.

Eydnast tað at fáa føroyingar at atkvøða fyri hesi lóg á fólkaatkvøðu, er slottið vunnið! Tá hava føroyingar brúkt sín sjálvsavgerðarrætt til fyri fyrstu ferð nakrantíð at góðkenna og geva seg undir danskt yvirvald.

Og tá kemst ikki aftur umaftur. Tá hevur danska statsvaldið vunnið endaligan sigur á føroysku sjálvstýrisrørsluni. Tá hava føroyingar góðkent og staðfest, at Føroyar eru danskar.

Føroyska andstøðan

Tá Nyrup tosar um »sjálvstýrislóg« er lítil ivi um, at hann sipar til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum. Hann hevur eisini fleiri ferðir alment róst hesum uppskoti.

Leiðarin í Javnaðarflokkinum er á fólkatingi tann avgerandi atkvøðan hjá Nyrup-stjórnini, og hann hevur stuðlað stjórnini treytaleyst ? sama, hvussu imperialistiskur hennara føroyapolitikkur hevur verið.

Og samstarva teir væl nú ? betur fer at liggja fyri, gerst Jóannes Eidesgaard føroyskur løgmaður. Tí hesin maður fer ikki at aftra seg við at seta í verk eina skipan, sum limar Føroyar inn í Danmark. Hann hevur nevniliga ta fatan, at vit longu eru innlimað!

Jóannes skrivar í Sosialinum tann 14. februar, at »Fyri hvørt mansbarn í Føroyum stendur tað sólarklárt, at vit eru partur av danska ríkinum«. Í eini roynd at grundgeva fyri hesum nevnir hann, at »vit hava samtykt heimastýrislógina á Føroya Løgtingi í 1948, og høvdu eina fólkaatkvøðu i 1953 um broytingar í donsku grundlógini«.

Hvørgin grundgevingin heldur. Heimastýrislógin varð sett í verk sum ein sáttmáli millum tveir partar, og tað at 7% av føroyingum atkvøddu um eina broyting í donsku grundlógini í 1953, kann ikki á nakran hátt kann roknast sum ein føroysk innliming i Danmark.

At vísa til hetta og siga, at Føroyar eru samrunnin partur av Danmark, er eftir mínum tykki søgufalsan.

Henda falsan kann bert gerast til sannleika á ein hátt: Um føroyingar atkvøða fyri eini skipan, sum góðkennir, at vit eru undir donskum valdi. ? T.d. eini »sjálvstýrislóg« undir donsku grundlógini.

Og hetta er júst tað, Javnaðarflokkurin og danska statsvaldið vilja.

Tvinnir eru kostirnir

Líka til Føroyar eru vorðnar fullveldisríki, verður sjálvstýrisrørslan í krosseldi millum hesar partarnar ? danska statsvaldið og føroyska sambandsvongin.

Tí stendur ein bæði baldrut, hørð og strævin tíð fyri framman hjá sjálvstýrishugaðum føroyingum.

Men tapir sjálvstýrisvongurin fólkaatkvøðuna (ella bakkar hann áðrenn hon er hildin) má val útskrivast. Og við eini bukaðari og eyðmýktari sjálvstýrisrørslu kann skjótt henda, at sambandsvongurin vinnur reinan meiriluta á løgtingi. Og tá er sannlíkt, at vit verða limað inn í Danmark...

Viðhvørt kemur tú soleiðis fyri, at bæði tað, tú gerst, og tað, tú ikki gerst, hevur stórar fylgjur.

Verður fullveldisætlanin førd á mál, stendur eitt stórt stríð fyri framman.

Men tapa sjálvstýrisflokkarnir verður tað kanska størsta afturstig nakrantíð fyri føroysku sjálvstýrisrørsluna.

Tapa teir ? ella bogna teir áðrenn fólkaatkvøðuna ? hava teir ruddað slóð fyri, at valdið endaliga verður latið tí skapninginum, sum stóð spillnakin á Christiansborg tann 26. oktober 2000.