Spillir navnið ongan?

Tá løgtingið í 1905 skrivaði til Landmandsbankan í Keypmannahavn við áheitan um at seta banka á stovn í Føroyum, svaraði bankin, at tað høvdu teir hug at gera.

Teir vildu seta á stovn banka við navninum “Færøernes Bank” og við einum partapeningi uppá 300,000 kr, og soleiðis at føroyingar fingu høvi til næstu fimm árini at tekna partapening . Um navnið varð semja um, at tað skuldi vera færoyskt, og um hetta tekur ein løgtingsmaður soleiðis til: “..nu står vi overfor en selvstændig færøsk bank med færøsk navn, mod hvilket jeg kun har at indvende, at der vistnok mangler et “i”: “Føroya banki” i stedet for som foreslået “Føroya bank”. Hesum navni hevur bankin stríðst undir í góðum og ringum tíðum, hóast stórur meiriluti av partapeninginum var á donskum hondum, og navnið hevur neyvan verið okkara flaggskipi innan fíggjarheimin í meira enn hundrað ár at bága.
Men nú er vent í holini. Nú hava teir keypt bankafilialir í Jútlandi og øðrum donskum landspørtum og enntá í Grønlandi. Tá hesi fólk ikki duga at siga “Føroya banki”, skal navnið broytast til nakað so fjákut sum “BankNordik”, sum hvørki er fuglur ella fiskur, hvørki føroyskt, danskt, grønlendskt ella tað vælsignaða enska, sum alt annars skal eita í Føroyum, sum hevur virðing fyri sær sjálvum. Men hvar er virðingin fyri okkum føroyingum, sum hesi væl hundraðárini hava gjørt okkara til, at bankin enn livir sítt fríska lív, hóast nøkur bakkøst á vegnum.
Eg fari at loyva mær at minna á, at tá báðir bankarnir vórðu samanlagdir og endurreistir við almennum (les okkara skattaborgaranna) pengum, og tað var Sjóvinnubankin, ið var tann, ið helt fram, var stór semja um, at hóast hetta mátti navnið á samanlagda bankanum vera “Føroya banki”, tí tað var okkara almenna andlit, bæði innan- og uttanlands. Tá bankin fyri nøkrum árum síðan var á veg út um landoddarnar, gjørdu teir nógv burturúr, at teir høvdu strikað skrástrikuna í “ø”num, tí tað skuldi vera meira “internationalt”. Her kundi verið mint á, at hundraðtals føroyingar hava gjøgnum árini havt góða útkoma av at sigla við skipunum hjá danska reiðarínum, sum hóast eitt minst líka “óinternationalt” “æ” í navninum er vorðið eitt av heimsins størstu reiðaríum.
Eg fari við hesum at heita á allar føroyingar, sama um teir eru kundar í bankanum ella ikki, at mótmæla harðliga móti hesum fjantinum og krevja, at bankin broytir hesa avgerð beinanvegin og fer aftur til góða gamla navnið “Føroya banki”. Hetta kann gerast við at senda bankanun teldupostar á HYPERLINK "mailto:info@banknordik.fo"info@banknordik.fo ella HYPERLINK "mailto:foroya@foroya.fo"foroya@foroya.fo ella stovna ein mótmælisbólk á Facebook.