- Rætturin átti at hava álvarsligari mál at tikið upp enn starvslýsingarmálið hjá Eikini. Tað heldur Gunnar Breckmann, sum fyrr í vikuni varð dømdur fyri brot á javnstøðulógina, tí hann søkti eftir manni til goymlsuna hjá Eikini.
- Hetta starvslýsingarmálið hevur so lítið upp á seg. Ongin hevur verið fyri órætti, og ongin skaði er hendur. Fyri 95 prosent av fólkinum er hetta málið fullkomiliga óáhugavert. Rætturin átti at havt onnur álvarsligari mál at tikið upp, heldur enn at spilla hart tjentar skattakrónur upp á sovorðið tvass, heldur Gunnar Breckmann.
Fyritøkan varð dømd 1.000 krónur í bót, tí hon í starvslýsing søkti eftir goymslumanni heldur enn goymslufólki.
Dómarin metti, at fyritøkan var sek í at gera mismun millum kynini, tá søkt varð eftir manni, tí tað ber ikki til at siga, at kvinnur ikki megna at røkja starvið, hóast talan er um tungt arbeiði.
- Eg veit sjálvandi ikki, um ein kvinnuligur, eysturtýskur kúluvarpari frá sjeytiátunum ella áttatiárunum hevði orkað arbeiðið. Tað skal eg ikki kunna siga, sigur Gunnar Breckmann, sum als ikki heldur, at javnstøða er viðkomandi í hesum førinum.
- Veruleikin er, at starvið á goymsluni krevur ein krútsterkan mann, sum eisini hevur kunnleika til timbur- og monteringsarbeiði, og sjálvandi átti privata fyritøkan hjá okkum at havt loyvi til at søkt eftir honum, sigur hann.
Gunnar Breckmann sigur, at tað, at eitt slíkt mál sum hetta endaði í rættinum, vísir týðiliga, hvussu langt av leið vit eru farin.
- Demokratiið hevur útlivað seg sjálvt. Alt ov nógv ráðandi fólk sleingja um seg í almenna kjakinum við háfloygdum candyflosstosi og brúka fleiri orð enn neyðugt fyri at siga meira, enn tey vita. Vit hava tað so gott, at alt er bara flánað út. Vit finna bara alla tíðina upp á nýggjar trupulleikar, sum als ikki eru trupulleikar men reinir luksustrupulleikar, sigur hann.
Hann heldur, at tað verður farið alt ov nágreiniliga fram eftir lógarinnar bókstavi, og at vit mugu ansa eftir, at vit í hesum teldu- og skrivstovutíðin ikki missa sambandið við harða arbeiðslívið.
- Nógv fólk stríðast og skræða ein vissan afturpart sundur hvørja viku fyri at fylla landskassan, sum so í stóran mun verður oyðslaður burtur. Eingin verður drigin til svars fyri oyðsl á fleiri hundraðtals milliónir. Tað verður bara flent býtt og sagt, at soleiðis er tað bara. Men at hála eina lítla fyritøku í rættin fyri eina starvslýsing, tað fær øll upp úr stólinum. Hví fær alment oyðsl ikki avleiðingar, spyr Gunnar Breckmann.
Les drúgva samrøðu við Gunnar Breckmann í VikuskiftisSosialinum um rættarmálið, javnstøðu og politiska korrektheit.