Vistfrøði, bundið og ullint ganga upp í eina hægri eind við klassisku brúkslutunum frá Sirri. Sum altíð, lekrir mótsetningar til modernaða, stílreina ella romantiska stílin í føroyskum heimum. Teppir, pútir og plaidar fyri millum 395 og 1095 krónur.
--
Modernaður meksikanskur jetsett-stílur
Herligi Acapulco-stólurin er upprunaliga ein meksikanskur klassikari. Men tveir ungir danir, Kirsten Krogh og Jacob Fasting Andersen, hava nú lagað sniðið á honum til norðurlendska marknaðin. Plastiksnórarnir og stálbeinini vekja minni um avslappaðan loungestemning og litfagrar 50’ara coktailar. Stólurin kostar umleið 2.500 krónur og kann bíleggjast heim av netinum frá www.oficinakreativa.com.
--
Við Stelton í bað
Kenda fyritøkan Stelton er nú á marknaðinum við vøkrum lutum til baðiverilsi. Røðin, sum eitur Stelton Bath og er í sjey pørtum, er úr rustfríum stáli og myrkagráum plasti við gummibotni. Fæst samlað fyri umleið 1.500 krónur ella hvør sær.
--
Festligt frá teimum bestu í Svøríki
Litríka PXL borðlampan úr lakeraðum aluminiumi og metali er frá svensku lampufyritøkuni Zero, sum er millum tær fremstu í norðurlondum. Lampan kostar umleið 8.000 krónur og er millum annað at fáa á www.boshop.dk
--
Eitt tyssi av tannbustum
Pynta við at seta tannbustirnar í fínar vasar frá KopCup. Vasarnir eru at fáa við ymiskum mynstrum, so har er ein í part til hvønn í familjuni. Eru at finna hjá www.applicata.dk
--
Feitt mini-funkis
Nú kunnu øll fáa sær eitt lekkurt funkishús á tremur við designaramøblum í lutfallinum 1:16.
Húsið er eitt fullkomið kopi av húsinum hjá danska sniðgevanum Arne Jacobsen í Charlottenlund. Fyritøkan Minimii frá Hellerup hevur gjørt húsið, við loyvi frá familjuni hjá Arne Jacobsen.
Funktionalisman, sum gjørdi um seg í 30’unum, eisini her heima, er brúkaravinarlig og eyðkend av reinum linjum við ongum pynti.
Minimii framleiðir smá kopi av veruligum húsum, møblum, list og innrætting, við tí fyri eyga at geva børnum vakrar dygdarleikur, sum eisini lærir tey at virðismeta gott design. Millum annað Eggið, Svanan og Sjeyarin frá Fritz Hansen og eitt spísiborð. Húsið, sum fæst frá 1. mai 2009 kostar umleið 3.200 krónur, og kann bíleggjast longu nú frá www.minimii.com.
--
Barnabaðikar vann designvirðislønina
Barnabaðikarið The Flexi Bath frá donsku fyritøkuni Play for Life ApS vann Formland Design Award – Spring 2009 á Formland-messuni í Herning herfyri.
Í grundgevingini segði dómsnevndin soleiðis: The Flexi Bath hevur eina wow-effekt. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu loysa ítøkiligar trupulleikar við at brúka gott design. Flestu barnafamiljurnar kenna til, at baðikarið hjá teimum smæstu fyllir ov nógv. Hetta hevur Play for Life ApS nú funnið eina einfalda og skilagóða loysn upp á, tí karið kann leggjast saman, tá tað ikki er í brúki. Eisini skiftir proppurin í botininum lit, um vatnið verður ov heitt. Baðikarið er stuttligt og spennandi á at líta, litríkt og í einari príslegu, har øll kunnu vera við. Fæst fyri umleið 270 krónur.
--
Ein løðari til allar telefonir - endiliga!
Fyritøkurnar, sum framleiða fartelefonir, eru endiliga vorðnar samdar um, at allir løðarar til fartelefonir skulu vera eins innan ár 2012.
Á altjóða messuni fyri fartelefonframleiðarar, Mobile World Congress, sum var týsdagin í farnu viku, boðaðu fyritøkurnar frá, at tær framyvir fara at samstarva um at menna ein standardløðara, sum hóskar til flestu fartelefonirnar á marknaðinum innan ár 2012.
Millum fyritøkurnar, sum luttaka í samstarvinum, kunnu vit nevna eitt nú Nokia, Samsung og Motorola.
Norska blaðið VG sigur, at endamálið við avtaluni er at minka um burturkastið og um útreiðslurnar hjá teimum, sum keypa sær eina nýggja fartelefon.
Framleiðararnir hava í fleiri ár verið undir trýsti frá ES, sum krevur standardar á nærum øllum økjum.
Fyrr í vikuni segði Guenter Verheugen, ráðharri í vinnumálum hjá ES, við týskt útvarp, at tolið varð uppi, tá hann fann útav, at tað eru fleiri enn 30 ymiskir løðarar á marknaðinum í teimum 27 ES-londunum.
--
Her fann hon bana sín, peran
Granskarar á Cambridge University í Bretlandi kollvelta í hesum døgum hugtøkini ljósperur og spariperur. Tað nýggjasta eru bíligar og góðar ljósdiodur, sum lýsa í heili 60 ár.
Ímynda tær, at tú ongantíð aftur skalt skifta eina brostna peru, og at hon, sum situr í lampuni, tá ið tú keypur hana, fer at lýsa í úti við 60 ár. Og at ljósið verður bæði klárari og betri enn í perunum, sum sita í lampunum í dag.
Hetta ljóðar kanska ótrúligt, men verður skjótt tann rami veruleiki, skrivar The New Scientist.
Colin Humprey, professari og leiðari av verkætlanini á Cambridge University roknar við, at tey hava funnið ein haldgóðan framleiðsluhátt av dioduperum innan fimm ár, og at hetta fer at hava við sær, at prísurin á dioduljósi minkar munandi. Higartil hevur høgi prísurin verið ein forðing fyri hópframleiðslu av dioduljósi. Men gongst sum ætlað, fer vanligi brúkarin skjótt at kunna keypa dioduljós fyri minni enn 20 krónur fyri hvørt.