Spildurnýggj grannauppgerð í Gundadali

Talan er um toppdyst, tá ið FC Hoyvík seinnapartin eigur heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá HB Klokkan 15.15 í dag verður merkisverdur fótbóltsdystur á niðara vølli í Gundadali. Heimavøllin eigur FC Hoyvík, meðan næstbesta liðið hjá HB er útiliðið! Hetta verður fyrsta ferðin yvirhøvur, at FC Hoyvík í næstbestu deildini fer at stríðast ímóti teimum næstbestu hjá HB. Talan er um toppdyst, tí bæði FC Hoyvík og HB teljast millum tey seks liðini, sum hava 9 stig. Hb hevur spælt fimm dystir, og FC Hoyvík hevur spælt fýra dystir.

Í fjør fluttu Skála og B71 niður úr bestu deildini. Í dag hittast hesi bæði heima á Sandi. Meðan B71 eftir trilvandi byrjan nú er millum oddaliðini, so eiga skálamenn framvegis fyrsta stigið til góða.

1. deild

VB/Sumba-NSÍ: Høgni Hansen kl. 15.30

Víkingur-TB: Ransin Djurhuus kl. 15.00

B71-Skála: Bárur Mortensen kl. 15.00

FC Hoyvík-HB: Alex Troleis kl. 15.15

MB-B68: Rói Jacobsen kl. 15.00

Støðan

VB/Sumba, HB, B68, B71, FC Hoyvík og TB 9 stig

NSÍ 6 stig

Víkingur 4 stig

MB 1 stig

Skála 0 stig

HB, B68, B71 og MB hava spælt 5 dystir og hini liðini 4 dystir