Spice Girls útselt uppá 38 sekund

Gentirnar í Spice Girls hava nú funnið saman aftur og atgongumerkini til teirra konsertir ganga sum heitt breyð. Skjótt fara samanafturfunnu Spice Girls á tourne. Øll atgongumerkini til fyrstu konsertina á tourneini vórðu seld uppá 38 sekund.

 

Verðinstournein byrjar í Vancouver í Kanada. Síðani verða tað San José og Los Angeles ið sleppa at hoyra Spice Girls. Tvær eykakonsertir verða eisini givnar, so Spice Girls nú fara at upptraðka heili fýra ferðir í London.

 

Atgongumerkir til teirra fyrsta gig í London, verða seld fyri uml. 10.000 krónir skrivar bbc.co.uk.