- Vit plaga als ikki altíð at sita íbundin, og eg havi altíð bara hildið, at trygdarbeltið er nakað fjas. Og bert tveir minuttir áðrenn vit vórðu árend, segði eg til stuttleika við bilføraran. Tú koyrir so skjótt, at vit noyðast øll at spenna okkum í trygdarbeltið. Tað er løgi, men tá spentu vit øll trygdarbeltið, sigur 13 ára gamla Bjarta Helmsdal, sum sat aftanfyri í bilinum, tá óhappið hendi.
Bjarta og hini, sum vóru í bilinum, eru sjálvandi framvegis skelkað av hendingini. Men tey hava tó valt at greiða frá tilburðinum, fyri at onnur ung møguliga somuleiðis kunnu læra av honum:
- Eg sá bilin aftanfyri koma nærri og nærri. Eg varð sera bangin, og at enda blundaði eg bara. Eftir hetta minnist eg einki, fyrr enn vit koyrdu við fullari ferð við einum ýlandi sjúkrabili, greiðir Bjarta frá.
- Á sjúkrahúsinum vórðu vit øll koyrd inn á hvør sína stovu. Allir læknarnir, sum vóru á vakt, vórðu boðsendir. Eg sat á einari song, var ísakøld og púra í sjokk. Eg skuldi taka blóðroyndir og annað, men tað einasta, eg vildi, var at sleppa út til hini fyri at vita, hvussu tey høvdu tað, sigur hon og leggur afturat, at øll enn eru skelkað av hendingini:
- Vit hava øll mist matarlystin. Í gjár vóru vit á Oyggjarvegnum og sóu staðið, vit koyrdu niðanav. Tað var ótespiligt at síggja, og eg var alla tíð bangin fyri, at pápi mín skuldi koyra ov skjótt, hóast hann koyrdi spakuliga, sigur hon og leggur dent á, at tey hava verið ótrúliga heppin:
- Vit hava veruliga lært av hesari hendingi. Eg fari í øllum førum ongantíð aftur at koyra uttan at spenna trygdarbeltið. Og tað áttu øll at gjørt, sigur Bjarta at enda.