– Tey átta árini, eg arbeiddi í Norðurlandaráðinum, bóru við sær, at eg ferðaðist sera nógv í Norðurlondum. Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi verið í Íslandi, kanska 40 ferðir. Ísland er tí ikki ókent fyri mær, sigur nýggja føroyska sendikvinnan í Reykjavík.
Nógv at seta seg inn í
42 ára gamla Halla Nolsøe Poulsen byrjar 1. september í starvinum. Hetta er hennara fyrsta starv sum sendikvinna.
– Tað eru helst nógv viðurskifti, eg má seta meg inn í. Og so ræður eisini um at fáa eitt gott netverk. Men føroysk sendistova hevur longu verið i Reykjavík síðani 2007, og tí er nógv vitan á sendistovuni, sigur hon.
Gjøgnum starvið í uttanríkistænastuni hevur hon eisini gott innlit í viðurskiftini á sendistovuni í Íslandi.
– Vit hava vikuligar fundir við allar sendistovurnar. Fleiri av uppgávunum hjá sendistovunum koma eisini úr Føroyum. Sum heild hava íslendingar viðurkent, at føroyska sendistovan er partur av diplomatiska kervinum, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
Góður lærari á student kveikti
Suðuroyingurin í Hoyvík hevur ikki so lætt at greina, hvaðani hon er.
– Eg eri hálvur sumbingur og hálvur vágbingur. Eg havi búð í Froðba, Trongisvági og Tvøroyri. Tað er eitt sindur ringt at siga, júst hvaðani eg eri. Vanliga sigi eg bara, at eg eri suðuroyingur, sigur Halla Nolsøe Poulsen.
Lesið alla samrøðuna við Hallu Nolsøe Poulsen í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Blaðið kann eisini lesast her.











