Spent børn vístu fram sína verkætlan

Seinastu tíðina hava børnini í Korndalsgarði á Eiði arbeitt við einari verkætlan um náttúru og umhvørvi.

 

Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í dag skrivar Martin Kristoffur Kristiansen grein um eina verkætlan, rópt "Náttúra og umhvørvi". 

 

Hetta er ein verkætlan, sum børnini á stovninum Korndalsgarði á Eiði hava gjørt, og framsýningin stóð klár hósdagin hin 15. juni.

 

- Gongin í barnagarðinum var prýdd við alskyns verkum hjá børnunum, nú almenna framsýningin var skotin í gongd. Høvuðsevnið var náttúra og umhvørvi.

 

Í greinini verður víst á, at stovurnar í barnagarðinum høvdu arbeitt hvør í sínum lagi við einum undirevni, eitt nú um hagasóljuna og um dálking í umhvørvinum.

 

- Børnini vóru sera spent at vísa verkini fram, og tað var skjótt, at hølið fyltist við ernum foreldrum, ommum og abbum. Prátið gekk týtt millum fjøldina, og reypað var óført um verkini, skrivar Martin Kristoffur Kristiansen.

 

##med2##

 

Korndalsgarður bjóðaði øllum til ein góðan kaffimunn við kaku afturvið.

 

- Tað mesta av tilfarinum liggur frammi alla hesa vikuna, og fólk eru vælkomin at hyggja, um hugur er til tess, verður lagt aftrat á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu í dag.