Spennir seg út á Vestanstevnu

Alla Vestanstevnuna fara tvey skip at sigla um Vestmannasund og tann eini túrurin ímillum Suðuroynna og Havnina verður ikki strikaður, sum upprunaliga ætlað

Ferðasamband



Strandferðslan setir øll segl til fyri at fáa ferðasambandið so gott sum gjørligt í sambandi við Vestanstevnuna.
Eftir upprunaligu ætlanini, hevði Vestanstevnan kostað Smyrli ein túr ímillum Havnina og Suðuroynna leygardagin.
Og um Vestmannasund hevði Ternan siglt ein eykatúr aftur og fram um sundi afturat teimum 13 hon siglur leygardagar og teimum 14, hon siglur sunnudagar.
Hesin eykatúrurin skuldi vera leygardagin, tá ið Ternan hevði siglt ein seinan kvøldtúr við fráferð av Vestmanna klokkan 22.30 til Oyrargjáar og aftur av Oyrargjógv klokkan 23.00 til Vestmanna.
Men nú hevur Strandferðslan eisini gjørt av at seta Sam í sigling um Vestmannasund á Vestanstevnu. Sam fer at sigla kl. 10 í morgun og hann siglur til mánadagin klokkan 18.
Sostatt fara tvey skip at sigla aftur og fram um Vestmannasund alla vestanstevnuna frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi.
Ætlanin er, at Ternan skal sigla eftir ferðaætlanini, men so skal Sam sigla øvugt. Tað merkir, at tá ið Ternan loysir á Vestmanna, loysir Sam á Oyrargjógv. Sostatt verða sjálvdan meiri enn 20-25 minuttir ímillum hvørja fráferð á Vestanstevnu.

Missa ikki túrin
Vestanstevnan plagar eisini at kosta Smyrli ein túr um suðuroyarfjørð leygardagin, tí hann skal vestur í Vágar við kappróðarbátum og fólki.
Men í ár verða suðuroyingar ikki snýttir.
Eftir ferðaætlanini, sum varð løgd fyri Vestanstevnuna, skuldi Smyril sigla úr Suðuroy til Havnar kl. 7 leygarmorgunin og so skuldi hann sigla vestur á Miðvág kl. 11 og aftur til Havnar kl. 18 og so skuldi hann sigla aftur til suðuroyar kl. 20.30, sum er ein hálvur tími seinni enn vanligt.
Men nú er avggjørt at hann skal sigla av Tvøroyri til Havnar kl. 7 leygarmorgunin og síðani vestur á Miðvág kl. 11.
Men klokkan 13 skal hann sigla aftur til Havnar ístaðin fyri at liggja á Miðvági fyri onki allan dagin. Og klokkan 14.30 fer hann so aftur til Suðuroyar.
Kl. 17 skal hann so aftur sigla av Tvøroyri, ístaðin fyri kl 17.30 sum hann plagar?men tá verður tað vestur á Miðvág. Hann siglur síðani av Miðvági til Havnar kl 20 og so suður aftur á Drelnes kl. 21.30.
ReginVágadal , ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at sostatt missa suðuroyingar ikki túrin mitt á degi leygardagin, tó at tíðinrar verða forskotnar eitt sindur.
Teir, sum skulu norður til havnar leygarkvøldið, kunnu sostatt fara til Miðvágs og víðari til havnar við Smyrli. Eru ikki stundir at bíða til Smyril siglur, ber til at fara um Vestmannasund og síðani yvir land.
ReginVágadal sigur, at hetta er fyrstu ferð, at Strandferðslan royndir hendan leistin og eydnast tað væl, er tað ikki óhugsandi, at hetta verður mynstrið frameftir.
?Í øllum førum hava vit við hesum roynt at hava so nógva sigling sum gjørligt og betri fáa vit ikki gjørt tað, tí skipini eru ikki til tað, sigur hann.