Spenningurin útsettur til sunnudagin

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at síðsta umfar í Betri Deildini hjá monnum verður spælt sunnudagin, skrivar Fótbóltssambandið

Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at síðsta umfar í Betri Deildini hjá monnum verður spælt sunnudagin 29. oktober klokkan 15:00. Seinasta umfar í 1. deild verður spælt leygardagin, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Fyri nøkrum vikum síðani bleiv greitt, at aftur í ár verður tað KÍ, ið fer avstað við FM heitinum í Betri Deildini hjá monnum. Hinvegin, so er framvegis stórur spenningur um, hvar silvur- og bronsukrónurnar enda, og í botninum er einki avgjørt, hvørt tað verður TB ella ÍF, ið fylgir AB niður í 1. deild komandi ár.

 

Nú eitt umfar er eftir at spæla, er Víkingur á 2. plássi við 57 stigum, og málmuninum +52, meðan B36 er á 3. plássi, eisini við 57 stigum, men við einum málmuni, ið eitur +28. Nummar 3 er HB við 55 stigum, og við málmuninum +44.

 

Í hinum endanum á stigatalvuni er ÍF á 8. plássi við 19 stigum, og málmuninum -44, og á 9. plássi er TB við 16 stigum, og málmuninum -45. Fyri tvøramenn er málið tískil púra greitt: Teir skulu vinna seinasta dystin móti 07 Vestur, og síðani mugu teir vóna, at B68 koppar ÍF í Fløtugerði.

 

27. umfar, Betri Deildin menn

 

KÍ – Víkingur

 

ÍF – B68

 

TB – 07 Vestur

 

EB/Streymur – HB

 

AB – B36

 

Eftir upprunaligu skránni skuldu allir dystirnir í seinasta umfari verði spældir komandi leygardag. Men kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt at flyta seinasta umfar til sunnudagin 29. oktober klokkan 15:00. Hetta hevur samstundis við sær, at síðsta umfar í 1. deild verður flutt frá fríggjadegnum 27., til leygardagin 28. oktober.

 

27. umfar, 1. deild menn

 

EB/Streymur – B68

 

NSÍ – Skála

 

Víkingur – B36

 

HB – KÍ

 

FC Hoyvík – B71