Spenningurin til SkipaQvistin økist

Klæmint Hansen og Andor Isaksen gjørdust seinastu finalistarnir, ið skulu dystast í stóru spurnarkappingini SkipaQvistin, ið er eitt av hæddarpunktunum á Sjómannadegnum

Spenningurin um, hvørji fóru at gerast seinastu finalistarnir í spurnarkappingini SkipaQvistin á Sjómannadegnum, var sera stórur, tá seinasta undanumfarið fór av bakkastokki fyrrapartin.

- Hvør hevur yrkt ?Alt hann átti á fold var ein koyggja??, Hvussu æt Atlantic Navigator, áðrenn hann kom til Føroyar? og so framvegis ljóðaði tað av pallinum, meðan fólk sótu allastaðni við pappíri og blýanti og kýttu seg at svara.

Hini undanumførini hava verið hildin á stevnunum í summar, og áhugin fyri kappingini hevur verið óvanliga stórur. Nú stóra finalan verður um eina løtu, eru hesi komin gjøgnum nálareygað

Niklas R. Jacobsen (frá Sundalagsstevnuni)

Eyðun á Lakjuni (frá Varmakeldu)

Kári í Garði (frá Eystanstevnuni)

Jørgen Niclasen (frá Vestanstevnuni)

Klæmint Hansen og Andor Isaksen, báðir frá Sjómannadegnum.

Orsøkin til, at tveir finalistar máttu finnast í á Sjóammadegnum, var, at finalisturin frá Jóansøku hevði givið avboð.