SUPERLIGAN
Fótbóltsáhugin í Danmark er størri, enn hann hevur verið í mong ár, og støðan á stigatalvuni, nú bara endaspurturin er eftir, fer uttan iva at hava við sær, at tað verður uppaftur størri gravgangur eftir at sleppa at síggja lykladystirnar næstu vikuna, enn tað frammanundan hevur verið.
Hóskvøldið skulu FCK og Brøndby spæla í Parkini, og sunnudagin skulu Esbjerg, sum er oddalið, og FCK spæla í Esbjerg. Øll tey fjøruti túsund atgongumerkini til nýklassikaran í Parkini eru rivin burtur.
Hjá FCK tóktist tað leygardagin sum um, at teir høvdu tveitt møguleikan sjálvir at avgera burtur. Í Herning taptu teir 2?1. Talan var um fyrsta FCK tapið á útivølli í meiri enn eitt ár. Frank Kristensen stútaði til 1?0 eftir horna beinanvegin, men stjørnuskotið Jesper Bech, sum hesa ferð var miðvallari í vinstru, meðan Zuma og Álvaro vóru í álopinum, javnaði til 1?1. Tá ið FCK stríddist fyri at vinna, kiksaði Morten Bisgaard afturlegging, og so skoraði Mohamed Zidan FCM sigursmálið. Hetta var fjórði dysturin hjá FCM á nýggja stadion, og hetta var 10. málið hjá egyptiska spælaranum, sum hevur skorað allar fýra ferðirnar.
Sunnukvøldið var FCK aftur við í meistarakappingini. Oddaliðið Esbjerg hevði ikki megnað at fara frá hinum oddaliðunum. Teir taptu 4?1 í Århus. AGF fekk tvey mál fyrstu fimm minuttirnar. Nýggi íslendski álopsspælarin hjá AGF, Helgi Sigurðsson skoraði tvær ferðir.
Brøndby megnaði heldur ikki at gera sær dælt av, at hvørki av hinum oddaliðunum hevði fingið nakað burturúr. Á heimavølli megnaðu teir 1?1 ímóti OB, sum var væl meiri sannførandi, enn teir høvdu verið ímóti FCK í landskappingini og steypakappingini. Hjá OB og fyri spenningin kom tað væl við, at OB legði seg framum beinanvegin. Brøndby stríddist fyri at koma afuríaftur, og tað eydnaðist at javna í síðstu løtu. Málskjútti var Johan Absalonsen. Tað ljóðar rættuliga føroyskt, men enn hevur eingin funnið fram til, um ættarbondini eru til Viðareiðis og harvið føroyska landsliðið.
Viborg átti heimavøll ímóti AaB, sum fór til hús við 1?0 sigri. Á heimaliðnum vóru teir ikki blíðir við dómaran, sum tvær ferðir hevði víst teirra monnum reyða kortið. Báðu ferðirnar var tað fyri brot ímóti David Nielsen, ið sigst vera serfrøðingur í hesum.
Botnurin lætti sær á
AB og Frem hava síðstu vikurnar verið mest sum dømd til niðurflyting. Sunnudagin fingu bæði liðini fulla úrtøku, og harvið er avgerðin um, hvør skal flyta niður, útsett í hvussu so er til hósdagin. AB vann 2?1 á heimavølli ímóti FCN, sum annars kom á odda. Frem vann 3?2 á heimavølli ímóti Herfølge, sum sísðtu løtuna minkaði um munin frá 3?0 og til 3?2.
AGF sigurin á oddaliðnum hevði við sær, at AGF er komið undan niðurflytingarvandanum. Tey bæði feløgini, sum saman við AB og Frem stríðast fyri at sleppa undan fallinum, eru júst FCN og Herfølge.