Tað er stórur fótbóltsspenningur kring Europa í morgun. Serliga stórur er spenningurin í Luserne í Sveis, har tað á middegi í dag verður drigið um, hvussu teir fýra bólkarnir í EM endaspælinum í fótbólti næsta summar skulu mannast.
Nógvar viðmerkingar hava verið um flokkingina av teimum sekstan tjóðunum. Ikki minst fleirfaldu EM og HM vinnararnir og núverandi fronsku varaheimsmeistararnir hava givið ilt av sær. Teir eru settir í fjórða og niðasta bólkin.
Styrkisbólkur 1: Sveis, Eysturríki, Grikkaland og Holland.
Styrkisbólkur 2: Kroatia, Italia, Tjekkia og Svøríki.
Styrkisbólkur 3: Rumenia, Týskland, Portugal og Spania.
Styrkisbólkur 4: Pólland, Frakland, Turkaland og Russland.
Tað eru 189 dagar inntil fyrsti dysturin verður spældur tann 7. juni. Finalan verður tann 29. juni.
Í Sveis verða dystirnir í Basel, Bern, Zürich og Geneve. Í Eysturríki verður EM endaspælið í Innsbruck, Klagenfurt, Salzburg og Wien.
Í sambandi við lutakastið eru umboð fyri tey luttakandi londini og allir sekstan landsliðsvenjararnir staddir í Luserne í dag.