Spenningur til tað síðsta í Runavík

FS Vágar kann í stóran mun takka sær sjálvum fyri, at tað ikki eru teir sum skulu møta B68 í hálvfinaluni. Í avgerandi løtum kendu teir ikki sína vitjunartíð, hóast teir allan dystin spældu fult upp við favoritarnir úr Runavík

Fáur uttanfyri vøllin og allarminst NSÍ?arnir inni á vøllinum, høvdu væntað, at teir skuldu koma aftur í dystin tá tað manglaðu 5 minuttir. Tá var støðan 3-1 til FS Vágar, og teir høvdu fult tamarhald á dystinum.
Men so fær NSÍ fríspark beint uttan fyri brotsteigin hjá FS Vágum. Brynjólvur Nielsen varð settur at skjóta, og hann sendi við einum sera vøkrum frísparki, bóltin beinleiðis upp í tríkantin.
Nú var bert eitt mál á muni, og burtur ur ongum var NSÍ inni í dystinum.
Teir settu nú allar kreftir inn, og í yvirtíðini eydnaðist tað Arnfinn Langgaard at seta høvdið á eftir horna, og tryggja NSÍ umdyst.

Lívlig byrjan
Dysturin fekk annars eina lívliga byrjan, og tað var FS Vágar sum legði út við ágrýtnum spæli. Tað gingu bert 3 minuttir til hetta gav úrslit. Fríspark verður sent innfyri, og endar bólturin á høvdinum á Vlad Osipov og víðari inn í málið.
Vágamenn spældu væl hesa fyrstu løtuna. Bólturin var fluttur væl og teir bardust fyri hvørjum bólti. Teir vunnu eisini teir allarflestu nærdystirnir.
Tá 10 minuttir eru leiktir mundu vágamenn komið uppá 2-0. Kim Poulsen kom at standa púra leysur, men Jens Martin Knudsen, sum spældi ein góðan dyst, bjargaði.
Løtu seinni fekk NSÍ sín fyrsta møguleika. Eftir innlegg úr vinstru síðu, verður Kári Hansen leysur, men skýtur omanfyri málið.

Tað vóru nógvir málmøguleikar hesa løtuna, og kundu bæði liðini fingið fleiri mál enn tað eina, sum var komið higartil.

Tá hálvur tími er farin kemur næsta málið. Langur bóltur verður spældur fram í móti brotsteiginum hjá NSÍ, og har vinnur ein vágamaður bóltin ímóti NSÍ ?verjuni. Bólturin kemur fyri føturnar á Kim Poulsen, sum fult uppiborið kundi leggja FS Vágar á odda 2-0.
Kim Poulsen var í fyrra hálvleiki ein støðug hóttan móti NSÍ verjuni, sum ikki virkaði serliga trygg.

NSÍ við aftur
NSÍ fall tó ikki í fátt av hesum, men fingu móti endanum av fyrra hálvleiki lagt eitt ávíst trýst á FS Vágar. Tá 40 minuttir eru spældir, eydnast NSÍ umsíðir at fáa mál. Sonni L. Petersen kemur at standa fríur inni í brotsteiginum hjá FS Vágum, og skýtur bóltin í mál til 1-2.
Hetta var eisini hálvleiksstøðan, og NSÍ- viðhaldsfólkið hevði nakað at tosa um í góðveðrinum.

Ein hevði væntað, at NSÍ fór koma út til seinna hálvleik sum eitt ódnarveður og leggja stórt trýst á FS Vágar, samstundis sum vágamenn fóru at møðast av tí høgu leikferðini sum var í fyrra hálvleiki. Men soleiðis bleiv als ikki. Fyrstu helvt av seinna hálvleiki gekk javnt á, uttan at nakrir stórir málmøguleikar spurdist burturúr.

Tá seinni hálvleikur er hálvrunnin dømir Oddmar Andreasen brotspark til FS Vágar. Jens Erik Rasmussen skorar trygt og nú var 3-1.

NSÍ ?arnir vóru skelkaðir, og megnaðu púra onki næstu løtuna. Vóru vágamenn neyvir, kundu teir avgjørt dystin. Jens Erik slapp leysur í vinstru síðu, og legði innfyri til ein púra frían John Johansen, men hann brendi.

Sum tíðin gekk trekti FS Vágar seg longur aftur á vøllin. NSÍ tók nú yvir tað sum eftir var, og teir komu eisini fram til rímuliga stórar málmøguleikar.
Men tíðin gekk og tað sá meira og meira út til at FS Vágar skuldi klára at halda tørn. Men seinastu minuttirnar fekk NSÍ 2 mál, sum tryggjaðu teimum umdyst.

Í umdystinum komu ikki fleiri mál og tí varð neyðugt við brotspørkum. Jens Erik skoraði tað fyrsta hjá FS Vágum, men tá so Jens Martin bjargaði teimum næstu trimum, kundi NSÍ fara avstað við sigrinum.
FS Vágar vísti, at teir hava tilfar til at gera seg galdandi í 2. deild í ár, og vóru teir neyvir í avgerandi løtum kundi teir vunni dystin. NSÍ hevði eisini málmøguleikar til fleiri mál, men tá teir ikki skoraðu lá vegurin opin fyri FS Vágum. Teir megnaðu tó ikki at brúka henda møguleikan.

Dysturin í tølum:

NSÍ ? FS Vágar 6-4 (eftir brotsparkkapping)
Vanlig leiktíð: 3-3 (1-2)
0-1: Vlad Osipov
0-2: Kim Poulsen
1-2: Sonni L. Petersen
1-3: Jens Erik Rasmussen (brotspark)
2-3: Brynjólvur Nielsen
3-3: Arnfin Langgaard